Visti um ringu støðuna í samtakinum

Visti um ringu støðuna í samtakinum
Danski vinnu- og búskaparmálaráðharrin, Brian Mikkelsen, visti um ringu støðuna í Eik samtakinum í tveir dagar, áðrenn hann boðaði frá í Føroyum
Brian Mikkelsen, ið var vinnu- og búskaparráðharri, visti um ringu støðuna í Eik samtakinum tveir dagar áðrenn hann boðaði frá, verður staðfest í kanningini hjá Grein 19 nevndini
 
26.08.2015 - 08:07

Eftir døgurða fríggjadagin 24.september í 2010 ringir Brian Mikkelsen til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum, og boðar frá støðuni í Eik.

Hetta verður staðfest í kanningini hjá Grein 19 nevndini hjá løgtinginum, sum kannaði Eik grunnin og eftirlitið við grunninum.

Nevndin spurdi Jóannes Eidesgaard og Petur Alberg Lamhauge, sum var aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, um tað, sum hendi í august og september í 2010.

Var farið at frættast áðrenn árliga fundin

Tann 19. august var árligi fundurin, har sum danir skuldu kunna landsstýrið um støðuna í føroysku peningastovnunum.

Fyri fundin var farið at frættast í fjølmiðlum, at alt var ikki so gott í Eik samtakinum, serliga ikki í Eik Bank Danmark.

Tí spurdi Jóannesen Eidesgaard Brian Mikkelsen beinleiðis á fundinum 19. august, um hann visti okkurt, um føroyingar eisini áttu at vita.

Landsstýrismaðurin fekk fyrispurning frá løgtingskvinnu

Á fundinum í Keypmannahavn vóru eisini fólk frá Fíggjareftirlitinum, Fíggjarligum støðufesti og Tjóðbankanum. Seinni fær landsstýrismaðurin ein fyrispurning frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingskvinnu

Hon sigur seg hava fingið at vita frá Brian Mikkelsen í Føroyanevndini í fólkatinginum, at ráðharrin á fundinum 19. august segði við Jóannes Eidesgaard, at Fíggjareftirlitið fór at gera eitt framskundað eftirlit í Eik Bank Danmark.

Men hetta var ikki so, sambært landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Við Grein 19 nevndina sigur Jóannes Eidesgaard:

- Brian Mikkelsen nevndi ongantíð á okkara fundi nakað um eitt framskundað eftirlit, hvørki í Eik Danmark ella Eik Føroyum.

- Men vit fingu undirhonds at vita frá stjóranum í Fíggjareftirlitinum, at eitt eftirlit bleiv gjørt í Eik Føroyum í september í 2010, og tað varð eisini gjørt.

- Stormur í einum glasi av vatni

Men annars rópti Fíggjareftirlitið ikki varskó. Dagin eftir, tann 20. august, letur Fíggjarligt støðufesti eisini hampiliga væl at støðuni hjá Eik.

Eftir fundirnar í Keypmannahavn var niðurstøðan hjá Fíggjarmálaráðnum, at nógva umrøðan um Eik í fjølmiðlunum var, sum Jóannes Eidesgaard tekur til: stormur í einum glasi av vatni.

Ein góðan mánað seinni kollsigldi Eik samtakið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982