Biður um frávik so hann kann røkja bæði størvini

bannari
Biður um frávik so hann kann røkja bæði størvini
Tórshavnar býráð er kallað á býráðsfund í dag, har eitt mál er á skránni - at geva Heðini Mortensen loyvi at røkja borgarstjóra- og løgtingsstarvið
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, fer at røkja bæði borgarstjórastarvið í Havn og løgtingssessin. Býráðsfundur verður í dag um málið
 
11.09.2015 - 09:17

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, fer at røkja bæði borgarstjórastarvið í Havn og løgtingssessin.

Tí er Tórshavnar býráð kallað á býráðsfund í dag, har eittans mál er á skránni - at geva loyvi til, at Heðin Mortensen røkir borgarstjóra- og løgtingsstarvið.

Borgarstjórastarvið í landsins størstu kommunu er fulltíðarstarv, og tí skal hann sambært kommunustýrislógini leggja øll almenn álititsstørv frá sær.

Hevur heitt á býráðið um frávik

Tórshavnar býráð kann loyva borgarstjóranum at reka bæði borgarstjórasessin og løgtingssessin, tí tað er fólkavalt starv.

Heðin Mortensen hevur tí heitt á býráðið um frávik, so hann bæði kann røkja borgarstjórastarvið og løgtingssessin.

Borgarstjórin í Havn fær góðar 54.000 krónur um mánaðin. Ein løgtingslimur fær 37.000 um mánaðin. Býráðsfundurin verður klokkan hálvgum eitt í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094