Nú verður vinnulívsdeildin í danska bankanum seld

Nú verður vinnulívsdeildin í danska bankanum seld
BankNordik fer at leggja størri dent á føroyska og grønlendska marknaðin og danska privatkundamarknaðin
 
24.09.2015 - 08:30

Tað verður Carnegi Investment Bank, sum skal standa fyri søluni av lánunum, ið danska vinnulívsdeildin hjá BankNordik hevur veitt vinnuni í Danmark.

Talan er um lán fyri tilsamans hálva aðru milliard krónur, ið eru lýst til sølu.

Í fráboðan frá BankNordik stendur, at tað hevur alstóran týdning fyri bankan, at keyparin er førur fyri at bjóða kappingarføran prís, og samstundis skal hann verða áhugaverdur partnari hjá kundunum í bankanum.

Starvsfólk fylgja við

Tann, sum keypir vinnulívsdeildina, yvirtekur eisini starvsfólkini. 

- Tað hevur stóran týdning, at vinnulívskundarnir í BankNordik kunnu varðveita sambandið við kundaráðgevan, eisini eftir søluna, sigur Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik.

BankNordik fer í framtíðini at leggja størri dent á føroyska og grønlendska marknaðin og danska privatkundamarknaðin, stendur í fráboðanini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655