Vil hava tunlarnar Norður um Fjall framskundaðar

Vil hava tunlarnar Norður um Fjall framskundaðar
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna, hevur sett Henriki Old, landsstýrismanni í samferðslumálum, skrivligan fyrispurning í málinum
 
24.09.2015 - 13:22

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, heldur tað vera ábyrgdarleyst at bíða við tunlunum Norður um Fjall til 2021, sum ásett er í langtíðaríløguætlanini. Teir eiga at verða framskundaðir, tá hugsað verður um trygdina og øktu ferðsluna, sigur hon.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur sett Henriki Old, landsstýrismanni í samferðslumálum, skrivligan fyrispurning í málinum.

Hon spyr, um landsstýrismaðurin fer at kanna, hvussu nógv bíligari tað er hækka og breiðsla verandi tunlar Norður um Fjall heldur enn at byggja nýggjar, so tað verður møguligt fíggjarliga at fara undir arbeiðið fyrr.

Bíligari loysn

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir vísir á, at løgtingsins rættarnevnd var í Sveis í 2013 og kunnaði seg um møguleikarnar at hækka og breiðka tunlar, í staðin fyri at byggja nýggjar. Upplýst varð, at tað er bíligari at breiðka og hækka tunlar, men tað eru ymisk viðurskifti í hvørjum einstøkum føri, sum ávirka, m.a. hvussu nógva tímar arbeiðast kann um samdøgrið. 

Hon spyr eisini Henrik Old, um hann hevur nakrar ætlanir um at gera nakað við trygdina í tunlunum, m.a. at seta bummar uttanfyri, samskifti í tunlunum, tá neyðstøða er, og útgerð til sløkkiliðini í tunlunum. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531