Hallið vent til avlop

Hallið vent til avlop
Eftir nøkur ár við halli, næstan 400 milliónir krónur tilsamans, fer Arbeiðsloysisskipanin at hava avlop í ár
Arbeiðsloysisskipanin fer at hava alop í ár, eftir nøkur ár við halli, upplýsir ALS í tíðindaskrivi
 
09.10.2015 - 15:59

Væntandi verður avlopið okkurt um 40 mió. kr. í ár, sigur ALS í tíðindaskrivi. Til 1. september er avlopið slakar 24 milliónir krónur.

Minni arbeiðsloysi og meira arbeiði koma væl við hjá Arbeiðsloysisskipanini, tí útreiðslurnar minka og inntøkurnar vaksa.

Lógarbroytingar bøta um fyritreytirnar

Tá útgjøldini hjá ALS vóru størst, tað var í 2011, vóru tey næstan 310 mió. kr. Í fjør vóru tey 166 mió. kr., og í ár væntar ALS at skula rinda 140 mió. kr. í arbeiðsloysisstuðli.

Lógarbroytingarnar, sum løgtingið samtykti fyri summarfrítíðina, fara at bøta væl um fyritreytirnar fyri at tryggja fíggjarliga haldførið hjá Arbeiðsloysisskipanini.

Enn eru broytingarnar í fiskavirkisskipanini, sum stýrið í ALS mælti til at gera, tó ikki komnar í gildi. Landsstýrið hevur ikki avgreitt tær enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328