SEV: Loysti seg at seta vindmyllur upp í Húsahaga

SEV: Loysti seg at seta vindmyllur upp í Húsahaga
Fyrsta árið, vindmyllurnar í Húsahaga mólu, framleiddu tær grøna orku til umleið 7.000 húsarhald, sigur SEV, nú vindmyllulundin er eitt ár
Vindmyllurnar í Húsahaga hjá SEV framleiddu 11 prosent av orkutørvinum fyrsta árið, sigur SEV, nú eitt ár er liðið síðani vindmyllulundin varð sett til
 
22.10.2015 - 12:16

Vindmyllulundin í Húsahaga var frambrot innan grøna orkuveiting í Føroyum, tá hon varð sett í rakstur í fjør.

Tað sást aftur á lutfallinum av grønari orku hjá SEV, og seinasta árið er tað fleiri ferðir komið fyri, at øll orkan hjá SEV er komin frá varandi orkukeldum, skrivar SEV í tíðindaskrivi.

11 prosent av øllum orkutørvinum

Vindmyllulundin í Húsahaga hevur síðani níggjunda oktober fjør framleitt 34 GWt av elorku. Tað svarar til umleið 11 prosent av orkutørvinum hjá SEV.

Verður hetta umroknað til húsarhald, so svarar tað til grøna orku til umleið 7000 húsarhald seinasta árið. Men sjálvar vindmyllurnar eru einans fyrsta stigið.

Fyrst í komandi ári verður battarískipan sett upp, sum skal javna orkuna úr vindinum út á elnetið, so uppaftur meira grøn orka fæst inn á netið hjá SEV.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179