Goyma IP-adressu hjá føroyingum á netinum í eitt ár

Goyma IP-adressu hjá føroyingum á netinum í eitt ár
Skrásetingin fevnir ikki um, hvat vit gera á netinum, sigur Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri hjá løgregluni
Katrin Thorsvig Hansen er høvuðsákæri hjá løgregluni
18.08.2026 - 09:59

Politiið vil skráseta upplýsingar um, hvør føroyingur hevur hvørja IP-addressu á internetinum, og goyma hesar í eitt ár.

- Hetta er neyðugt, fyri at vit kunnu avdúka brotsverk á netinum, har einasta upplýsingin vit hava, er júst IP-addressan, sigur Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri.

Hon leggur dent á, at skrásetingin fevnir ikki um, hvat vit gera á netinum.

Upplýsingar um IP- addressurnar siga einans nakað um, hvør eigur beinaran/routaran, sum hevur samband við internetið.

Kaféir, matstovur, almennir stovnar og nógv onnur deila atgongdina til internetið - og tá verður eigarin av IP-addressuni fyrsta stigið hjá løgregluni.

Sí innslag í Degi og Viku og samrøðu við Bárð Christiansen, KT-serfrøðing, sum var gestur í sjónvarpsstovuni.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329