Ætla at stykkja út í Kollafirði

Ætla at stykkja út í Kollafirði
Tórshavnar kommuna fer í næstum undir nýggja útstykking á Hamrabøi í Kollafirði. Eftirspurningurin avger, nær farið verður undir útstykkingina
Tórshavnar kommuna fer at útstykkja í Kollafirði, er áhugi fyri tí. Pláss er til 23 nýggj grundstykki
 
30.10.2015 - 08:44

Arbeiðið byrjar tó ikki, fyrr enn nøkur stykki eru seld. Stykkini verða lutað út eftir bíðilistanum og annars sambært vanligum treytum, upplýsir býráðið.

Mett verður, at stykkini, sum vera 510 til 600 fermetrar, fara at kosta 300.000 kr. Pláss er til 23 grundstykki.

Atkoman til nýggju útstykkingina í Kollafirði verður frá Bøgøtu, og tí verður stykkjað út vestanífrá.

Í fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu fyri 2016 eru settar av átta milliónir og 750.000 kr. til nýggjan dagsstovn í Kollafirði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558