Heitir á landsstýrið um at fyrireika lógaruppskot

Heitir á landsstýrið um at fyrireika lógaruppskot
Vinnunevndin hjá Løgtinginum er farin at viðgera uppskotið til samtyktar frá grein 19 nevndini, sum kannaði Eik Grunnin og grunnaeftirlitið
Grein 19 nevndin heitir á landsstýrið um at fyrireika lógaruppskot, so stig verða tikin, soleiðis at óhepnar mannagongdir og avleiðingar ikki verða endurtiknar, sum hava verið av málinum um Eik Grunnin
 
09.11.2015 - 10:45

Grein 19 nevndin heitir á tingið um at taka frágreiðingina frá nevndini til eftirtektar. Nevndin heitir samstundis á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot.

Tað skal gerast, so stig verða tikin, soleiðis at óhepnar mannagongdir og avleiðingar ikki verða endurtiknar, sum hava verið av málinum um Eik Grunnin.

Mikudagin fer Vinnunevndin at hava fund við Søren L. Bruhn, stjóra í Suðuroyar sparikassa, Súna Schwartz Jacobsen, forstjóra í Eik og TF Holding, og Poul Michelsen, landsstýrismann í vinnumálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290