Yvirtøka fyrireikað

Yvirtøka fyrireikað
Landsstýrismaðurin hevur boðað landsstýrinum frá at hann nú fer at enda samráðingar við Danmark og ES um at yvirtaka útlendingamál og marknaeftirlit
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum fer nú at enda samráðingar við Danmark og ES um at yvirtaka útlendingamál og marknaeftirlit, sum eisini umfatar passeftirlit
 
12.11.2015 - 10:47

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, boðaði mánadagin landsstýrinum frá, at hann nú fer at enda samráðingarnar við Danmark og ES um at yvirtaka útlendingamál og marknaeftirlit.

Poul Michelsen sigur, at alt fyri eitt verður farið undir at fyrireika endaligt uppskot um avtalu millum føroyskar og danskar myndugleikar um yvirtøkuna, sum síðani verður løgd fyri ES-nevndina, sum vónandi kann góðtaka avtaluna.

SÍ EISINI Yvirtøkan av útlendingamálum má bíða

Yvirlýsingin, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna, og Birthe Rønn Hornbech, ráðharri, gjørdu 29. oktober í 2009 um, at Føroyar yvirtaka útlendingamál, er framvegis galdandi.

Síðst í oktober samdust Poul Michelsen, landsstýrismaður, og Inger Støjberg, ráðharri, um at seta gongd á aftur arbeiðið at fyrireika yvirtøkuna, sum umfatar útlendingamál og marknaeftirlit.

Báðir partar, landsstýrið og danska stjórnin, hava bundið seg til at raðfesta málið. Miðað verður eftir, at fyrireikingarnar verða lidnar fyri 1. juli næsta ár.

SÍ EISINI Samgongan vil ikki yvirtaka útlendingaøkið nú

Við í fyrireikingunum er at fáa semju um marknaeftirlit við Schengen myndugleikarnar í Brússel.

Uppskot um at yvirtaka útlendingamál hava verið í løgtinginum oftari enn eina ferð, og yvirtøkan hevur eisini staðið í fleiri enn einum samgonguskjali.

Tað er torført at meta, hvussu nógv tað fer at kosta at yvirtaka útlendingamál og marknaeftirlitið. Danska løgmálaráðið upplýsti í februar í ár, at útlendingamál, sum viðvíkja Føroyum, kosta donskum myndugleikum.

SÍ EISINI Hava bundið seg til at raðfesta málið

Tá er løgreglan íroknað, okkurt um 1,4 milliónir krónur um árið, stendur í uppriti um yvirtøkuna, sum landsstýrið fekk frá Poul Michelsen mánadagin.

Tað er óvist, hvussu nógv málsøkið fer at kosta, tá tað er yvirtikið, tí nýggir førleikar og nýggj umsiting skulu byggjast upp. Harafturat eru teir stór-rakstrarfyrimunir, sum danskir myndugleikar hava, ikki í Føroyum.

Mett verður tí, at umsitingarligi kostnaðurin verður nakað hægri enn 1,4 milliónir krónur stendur í uppritinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659