Eitt stig í fyrsta dystinum

Eitt stig í fyrsta dystinum
Føroyar fingu eitt stig í fyrsta dystinum í EM-kappingini fyri landslið í talvi, sum byrjaði í Íslandi í gjár.
 
14.11.2015 - 15:23

 Dysturin móti Kroatia endaði 3-1. John Rødgård og Rógvi Egilstoft Nielsen telvaðu javnt, meðan Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen taptu. Kroatia, sum er styrkismett nummar 16 í kappingini, hevði stórmeistarar á øllum fýra borðum.

Í dag telva Føroyar móti Sveis, sum er styrkismett eitt sindur lægri enn Kroatia. Ein broyting verður á føroyska liðnum í dag. John Arni Nilssen loysir av Høgna Egilstoft Nielsen. Telvað verður í Laugardalshøllini í Reykjavík, har ið Bobby Fischer og Boris Spasski telvaðu tiltiknu HM-finaluna í 1972.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949