Óvist hvat feløgini skulu gera við skipið

Óvist hvat feløgini skulu gera við skipið
Manningarfeløgini viðgera í dag, hvat tey skulu gera, nú Asbjørn Senior er á veg til Føroya. Í summar var ætlanin at leggja hald á skipið
Asbjørn Senior er á veg til Føroya. Manningarfeløgini viðgera í dag, hvat tey skulu gera
 
19.11.2015 - 14:58

Formaðurin í Fiskimannafelagnum sigur, at støðan er ein onnur nú enn í summar, tá manningarfeløgini ætlaðu at leggja hald á nótaskipið.

Menn hava fingið nógv tað mesta, sum teir áttu til góðar hjá reiðaríinum í Vági, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.

SÍ EISINI Aftur í føroyska flotanum

Fiskimálaráðið hevur til viðgerðar umsókn frá partafelagnum Ocean Group Faroes Ltd í Vági um at fáa veiðiloyvið hjá felagnum flutt aftur til nótaskipið Asbjørn Senior.

Felagið hevur tilsøgn um veiðiloyvi í tvey ár, eftir at felagið seldi Asbjørn Senior av landinum í summar. Partafelagið í Vági hevur eisini søkt Vørn um fiskiloyvi til svartkjaft.

Asbjørn Senior er nú á veg til Føroya. Manningarfeløgini ætlaðu í summar at taka arrest í Asbjørn Senior, tí sambært teimum skyldaði reiðaríið manningunum milliónir í hýru.

Ein onnur støða nú

Tá hald skuldi leggjast á skipið, var tað selt og farið av landinum. Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at manningarfeløgini fara í dag at tosa um, hvat tey gera, nú Asbjørn Senior er á veg til Føroya.

Men, sigur hann, støðan er ein onnur nú enn hon var í summar, tí menn hava fingið 95 prosent av tí, teir áttu til góðar hjá reiðaríinum í Vági.

Nú eru bara nakrar túsund krónur eftir, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum. Asbjørn Senior varð skrásettur í Føroyum fyrstu ferð tann 22. juli í fjør.

SÍ EISINI Komið upp á hægsta politiska stig í Danmark

Í fyrsta umfari fekk skipið føroyskt flutningsloyvi. Skipið varð selt fleiri ferðir aftur og fram úr Vági til ymisk feløg í Thor-samtakinum í Hósvík, sum høvdu makrelkvotur.

15.juni í ár varð skipið selt North Atlantic Group Ltd í Belis, sum hevur tilknýti til Ocean Group Faroes Ltd í Vági, fyri 67 mió. kr., júst tað sama, sum tað varð keypt fyri úr Hirtshals í 2014.

Hevur nú kós móti Føroyum

Eitt skifti fiskaði Asbjørn Senior við Móritania, vestan fyri Norðurafrika. Hann gavst við tí 1. august og fór til Hirtshals at liggja.

29. oktober er Asbjørn Senior aftur undir føroyskum flaggi, keyptur úr Belis fyri, ja, 67 mió. kr. Keyparin er partafelagið Ocean Group Faroes Ltd í Vági.

Asbjørn Senior fór úr Hirtshals tíðliga í gjáramorgunin við kós móti Føroyum. Í gjárkvøldið var hann inni í Egersund í Noregi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928