Triðingurin av læraralesandi mannfólk

Triðingurin av læraralesandi mannfólk
Síðan útbúgvingin var løgd um til bachelor-útbúgving, hevur umleið triðingurin av teimum lesandi á læraraútbúgvingini á hvørjum ári verið mannfólk
Tveir triðingar av læraralesandi eru kvinnur
Mynd: Savnsmynd  
 
29.11.2015 - 14:56

Sostatt kunnu vit útleiða, at umleið triðingurin av lærarahópinum í framtíðini vera mannligir lærarar. Hetta skrivar skúlablaðið á heimasíðu síni.

Tað er eitt sindur misjavnt, hvussu stórir árgangirnir av læraralesandi eru. Í løtuni eru 141, ið lesa til lærara; tá eru tey, sum eru í farloyvi ikki tald við.

Av teimum, sum vórðu liðug sum lærarar í summar, vóru 28 prosent mannfólk, í fjør 21 prosent og fyrraári 30 prosent. Tølini eru smá, og tað skulu bara lítlar broytingar til, so broytist myndin. Vit kunnu tí við fyrivarni siga, at broytingin til bachelor hevur ávirkað áhugan fyri læraraútbúgvingini millum mannfólk rætta vegin. Í seinasta flokkinum, sum las til lærara sambært gomlu útbúgvingini, vóru 21,7 prosent mannfólk. Í øllum árgangunum síðan er talið á mannfólki, sum lesa til lærara, kvinkað uppeftir.

Tað hevur mangan verið frammi, at áhugin millum mannfólk fyri læraraútbúgvingini er serliga treytaður av, hvussu konjunkturirnir í samfelagnum eru. Er nógv ferð á, arbeiðstilboðini mong og tískil stórir møguleikar at vinna stórar lønir, minkar áhugin millum mannfólk fyri læraraútbúgvingini. Tá ið gongdin vendir, so økist áhugin fyri læraraútbúgvingini millum mannfólk. Hvussu er og ikki, so hevur áhugin fyri læraraútbúgvingini seinastu árini verið rættiliga støðugur.

Hví áhugin millum konufólk fyri læraraútbúgvingini ikki er so treytaður av konjunkturunum, er ein annar góður spurningur. Sambært Hagstovuni var kynsbýtið skúlaárið 2010-2011 39% menn og 61% kvinnur. Gongdin at konufólk gerast fleiri fer at halda fram. Seinni fer talið helst at stabilisera seg á ávikavist 30% og 70%, stendur at lesa á heimasíðuni hjá skúlablaðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Sunnudag 1. mars
Ættirnar syngja og suða
204992
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977