Heildarveitingin verður fryst aftur

Heildarveitingin verður fryst aftur
Samgongan fer at heita á donsku stjórnina um at frysta blokkin
Árliga heildarveitingin frá donsku stjórnini verður nú fryst aftur
 
27.12.2015 - 10:32

Í uppskotinum til fíggjarlóg sæst, at samgongan ætlar at frysta heildarveitingina - ella blokkstuðulin - úr Danmark aftur.

Frá 2002 til 2011 var blokkurin ikki prístalsviðgjørdur og hækkaði ikki, men var 615,5 milliónir krónur árliga. Undanfarna samgonga fekk donsku stjórnina at prístalsviðgera blokkin, og tað hevði við sær, at upphæddin hækkaði, so hon í dag er knappar 642 milliónir krónir. 

Men nú skal blokkurin frystast fastur aftur, ætlar samgongan. Samgongan fer at heita á donsku stjórnina um at broyta galdandi lóg um blokki, so prísjavnigin í 2016 verður slept, og at blokkurin verður frystur fastur á 2015 stigið, tað vil siga, at hann verður 641 milliónir og áttahundraðtúsund krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659