Veiðigjøldini samtykt í nátt

Veiðigjøldini samtykt í nátt
Eftir uppskotinum skulu skipini rinda eina krónu fyri kilo av makreli, 75 oyru fyri kilo av sild og 20 oyru fyri kilo av svartkjafti
 
29.12.2015 - 08:13

Tey trý umboðini hjá samgonguni í Vinnunevndini, Bjarni Hammer, formaður, Bjørt Samuelsen og Ingolf S. Olsen, løgdu í gjárkvøldið uppskot fyri Løgtingið um at áleggja veiðigjald á makrel, sild og svartkjaft, sum fyribilsloysn fyri at fáa fíggjarlógina samtykta.

Tey løgdu uppskotið fram, tí andstøðan, sum eigur meirilutan í Vinnunevndini, vildi ikki, at uppskotið skuldi koma fyri aftur Løgtingið, fyrr enn ávís viðurskifti eru kannað.

Bert galdandi í tríggjar vikur

Tí vístu tey trý, sum løgdu fram uppskotið, til viðmerkingarnar í uppskotinum sum liggur í vinnunevndini. Eftir uppskotinum, sum varð samtykt í nátt, skulu skipini rinda eina krónu fyri kilo av makreli, 75 oyru fyri kilo av sild og 20 oyru fyri kilo av svartkjafti.

Tann parturin av uppskotinum sum snúði seg um at selja fisk úr Barentshavinum á uppboðssølu, varð tikin burturúr. Men tey trý tingfólkini vístu á, at fiskurin í Barentshavinum bert fyribils er tikin burturúr.

Tí tá uppskotið í Vinnunevndini verður samtykt um hálvan januar, fer lógin sum varð samtykt í nátt úr gildi. Landsstýrið hevði sett sær fyri at fáa 179 milliónir kr. burturúr veiðigjaldi og uppboðssølu.

14 milliónir minni enn ætlað

Eftir uppskotinum fær landið 165 milliónir kr. burturúr, ella 14 milliónir minni enn ætlað. Tað gjørdi forkvinnan í Fíggjarnevndini, Ruth Vang eisini greitt, áðrenn tingið fór undir endaliga atkvøðugreiðsluna.

Ruth Vang segði,  at landskassin fær meir burturúr, tá uppskotið sum er í Vinnunevndini verður samtykt um hálvan januar.

Andstøðan, sum hevur meirilutan í Vinnunevndini, mælti frá at samtykkja uppskotið, tí talan er um at hækka gjaldið á norðhavssild og at leggja gjald á svartkjaftin, sum er nýtt gjald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Fríggjadag 13. november
Le connetable
216318
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210