Gekk skjótt at fáa roknskapin lidnan

Gekk skjótt at fáa roknskapin lidnan
Neyvan nakrantíð hevur eitt partafelag gjørt so skjótt av við roknskapinum sum partafeløgini Baglhólmur og Ocean Group Faroes í Vági
Roknskapirnir hjá feløgunum, Baglhólmi og Ocean Group Faroes, fyri 2015 vóru lidnir 7. januar, grannskoðaðir og samtyktir á eykaaðalfundum longu 11. januar 2016
Mynd: Savnsmynd/KvF  
 
29.01.2016 - 15:27

Roknskapirnar hjá feløgunum fyri 2015 vóru lidnir 7. januar, grannskoðaðir og samtyktir á eykaaðalfundum longu 11. januar 2016. Men tað var ikki uttan grund.

Tí nótaskipið Asbjørn Senior skuldi hava veiðiloyvið hjá Ocean Group Faroes aftur. Tað fekk skipið frá Fiskimálaráðnum 14. januar.

SÍ EISINI Ocean Group Faroes er kolldømt

Í fyrsta umfari vildi Fiskimálaráðið tó ikki, tí sambært ráðnum var útlendski eigaraskapurin ov stórur.

Men í skrivi til Ocean Group Faroes 14. januar skrivar Fiskimálaráðið, at sambært roknskapunum fyri 2015 eru eigaraviðurskiftini í samsvari við lógina um vinnuligan fiskiskap. Tí fær Asbjørn Senior veiðiloyvið.

Eingin avtala um ábyrgdarlán

Fiskimálaráðið hevur fingið skuldarbrøvini frá feløgunum í Vági. Sambært teimum hava lánveitarin, Asbjørn Aps, og feløgini Ocean Group Faroes og Baglhólmur onga avtalu um ábyrgdarlán.

Eingi ábyrgdarlán eru í feløgunum. Í upprunaligu roknskapunum fyri 2014 vóru lánini annars ábyrgdarlán. Og tí fekk Asbjørn Senior ikki loyvið tá.

Tað var, sum skilst, eitt mistak í ársfrásøgnunum, sum so vórðu rættaðar í desember. Talan er, og var, sambært feløgunum í Vági um vanlig veðlán.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Leygardag 20. desember
Upp á tá - 191225
201791
Fríggjadag 19. desember
Vikuskiftið 19 des 2025
201783
Fríggjadag 19. desember
RagnarRokk: Peavy Wagner um A New World Rising
201758
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723