Neistin er steypavinnari

Neistin er steypavinnari
Neistin er aftur í ár steypavinnari. Tær vóru aftanfyri við trimum málum í hálvleikinum, men kláraðu at venda dystinum
Mynd: Andrea Heindriksdóttir  
 
13.02.2016 - 14:58

Neistin vann 17-16 á VÍF í steypafinaluni. Í hálvleikinum var tað tó VÍF, sum var á odda 11-8.

Men Neistin fekk fatur á VÍF í seinna hálvleikinum. Serlig fingu tær steðga álopsspælinum.

Hesum skulu tær serliga takka dagsins leikara, Fríðu Petersen, fyri.

Málverjin hjá Neistanum hevði eitt bjargingarprosent á heili 54%.

Tá 50 sekund vóru eftir av dystinum var støðan 17-16, og VÍF fekk brotskast.

Mariann Holm Jacobsen kastaði, men Fríða hevði lúrt hana av og bjargaði við fótparadu.

Síðani helt Neistin upp á bóltin til tíðin var farin.

Fríða Petersen varð vald til besta leikara hjá Neistanum í dag.

Hjá VÍF bleiv Kate Dahl Frederiksen vald til besta leikara.

Neistin - VÍF 17-16 (8-11)

Marjun Danberg, Neistin, 6 mál

Marianna H. Jacobsen, VÍF, 5 mál

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985