Tekniski skúlin í Klaksvík nútímansgerast

Tekniski skúlin í Klaksvík nútímansgerast
Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum hevur skotið upp at um- og útbyggja Tekniska skúla í Klaksvík fyri í mesta lagi 27 milliónir krónur
Tekniski skúlin í Klaksvík treingir til ábøtur, heldur Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum, ið heldur at skúlin skal dagførast
 
19.02.2016 - 08:09

Av hesum skulu 15 milliónir verða til amboð og útgerð. Bjørn Kalsø vísir á, at nú Tekniski skúli í Havn verður partur av nýggja skúladeplinum í Marknagili, Glasi, er peningur eisini settur av til útgerð og amboð til nýggja skúlan.

Verkstøðini á Tekniska skúla í Klaksvík eru bygd seinast í áttatiárunum. Menningin í handverksyrkinum hevur verið stór, og tí er neyðugt javnan at dagføra útgerð, amboð og hølisumstøður, so frálæra kann verða veitt á nútímans stigi.

Uppskotið tekur eisini støði í, at bæði Løgtingið og landsstýrið vilja raðfesta yrkisútbúgvingar, sigur Bjørn Kalsø. Hann skjýtur upp at játta tær 27 milliónir krónurnar í trý ár, í 2017, 2918 og 2019, níggju milliónir á hvørjum ári.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926