Víkingakirkja til Kvívíkar

Víkingakirkja til Kvívíkar
Kirkjan verður partur av víkingagarðinum, sum Poul Hansen er farin at byggja oman fyri Kvívík
RÚV
08.03.2016 - 20:09

Í Íslandi verður ein kirkja smíðað, sum skal setast upp á víkinga-garðinum í Kvívík. Arbeiðið byrjaði í heyst og verður liðugt næsta mánað, tá hon verður tikin sundur aftur og flutt til Føroya.

Farið er grava út fyri víkingagarðinum omanfyri Kvívík, og í summar er ætlanin at byrja arbeiðið at laða langhúsið. Ein partur av húsunum innan verður av træi, ið eins og kirkjan skal gerast klárt í Íslandi, sigur Poul Hansen, advokatur.

Ein teinæringur er eisini smíðaður til víkingagarðin. Miðað verður eftir at garðurin kann taka ímóti vitjandi næsta ár.

Íslendska sjónvarpið, RÚV, hevur verið og vitjað í Bolunarvík á Vestfirðum, har kirkjan verður smíðað.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541