Sóknast eftir føroyskum fosturforeldrum

Sóknast eftir føroyskum fosturforeldrum
Tað er framvegis tørvur á føroyskum fosturforeldrum, sigur Barnaverndarstovan, ið sóknast eftir familjum, sum kunnu taka børn til sín
Tørvur er framvegis á føroyskum fosturfamiljum, ið kunnu taka børn til sín í bæði styttri og longri tíðarskeið, sigur Barnaverndarstova Føroya
 
20.03.2016 - 13:16

Tørvur er á føroyskum familjum, sum kunnu taka á seg uppgávuna at verða fosturforeldur hjá børnum. Tí verður nú leitað eftir familjum, sum kunnu taka børn til sín.

Tað skrivar Barnaverndarstova Føroya á heimasíðuni, bvs.fo Tørvur er bæði á familjum, ið kunnu hava børn búgvandi í styttri og longri tíðarskeið.

- Talan kann antin vera um umlætting í nakrar dagar í senn, til dømis í vikuskiftum, ella at hava børn búgvandi hjá sær í longri tíð - ofta í fleiri ár, sigur stovnurin.

Talið á børnum, ið búgva hjá fosturfamiljum, er í miðal 70. Harafturat eru umleið 50 børn, ið eru til umlættingar nakrar dagar um mánaðin, sambært Barnaverndarstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV