Royndaruppboðssølan endaliga samtykt

Royndaruppboðssølan endaliga samtykt
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur nú fingið endaliga heimild at stovna royndaruppboðssølu av uppsjóvarfiski og botnfiski í Barentshavinum
 
07.04.2016 - 08:46

Men botnfiskurin úr Barentshavinum, sum verður keyptur á uppboðssølu, skal bjóðast út til føroysk virki.

Løgtingið samtykti mikukvøldið eitt broytingaruppskot frá samgonguumboðunum í Vinnunevndini, Bjarna Hammer, Bjørt Samuelsen og Ingolf S. Olsen, og Kristini Michelsen um nýggjar treytir fyri botnfiskinum í Barentshavinum.

SÍ EISINI Royndaruppboðssølan samtykt við aðru viðgerð

Broytingaruppskotið varð samtykt við 17 atkvøðum fyri og 14 ímóti. Tá Løgtingið atkvøddi um lógina soleiðis broytta, var munurin uppaftur minni, 16 atkvøður fyri og 15 móti.

Sambært lógini um royndaruppboðssøluna fær landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum heimild at selja 9.000 tons av makreli, 4.000 tons av norðhavssild, 20.000 tons av svartkjafti og 3.000 tons av botnfiski í Barentshavinum á uppboði.

Kemur í gildi um eina viku

Fiskurin úr Barentshavinum skal bjóðast út til føroysk virki eftir treytum, sum landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð. Lógin um royndaruppboðssøluna kemur í gildi 15. apríl.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur, at hann er væl nøgdur við úrslitið, hóast tað tók tinginum nærum fýra mánaðir at avgreiða málið um royndaruppboðssøluna.

Jacob Vestergaard í Fólkaflokkinum, sum saman við hinum í andstøðuni hevur funnist hvassliga at uppboðssøluni, sigur, at ótryggleikin í vinnuni verður uppaftur størri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974