Uppskotið um bíligari streym broytast

Uppskotið um bíligari streym broytast
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur, at hon er sinnað at broyta uppskotið, so tað ikki ger seg inn á stýriskipanarlógina
Uppskotið hjá Innlendismálaráðnum um at selja teimum, sum brúka streym í staðin fyri olju til upphiting, bíligari streym, verður broytt, áðrenn tað kemur úr Rættarnevndini
 
19.04.2016 - 16:18

Uppskotið hjá Innlendismálaráðnum um at selja teimum, sum brúka streym í staðin fyri olju til upphiting, bíligari streym, verður broytt, áðrenn tað kemur úr Rættarnevndini.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur, at hon er sinnað at broyta uppskotið, so tað ikki ger seg inn á stýriskipanarlógina.

SÍ EISINI Uppskotið skotið niður

Bæði løgfrøðingar hjá landsstýrinum og hjá Løgtinginum leggja landsstýriskvinnuna í innlendismálum undir at vilja krevja skatt við kunngerð, hóast skattur bara kann ásetast við lóg.

Rættarnevndin, sum hevur lógaruppskotið, fer at viðgera tað aftur í morgin. Eins og Lógartænastan hjá Løgmansskrivstovuni ivast Løgtingsskrivstovan stórliga í heimildini at gera mun á viðskiftafólkunum hjá SEV, nú ætlanin er, at nøkur skulu gjalda minni enn onnur.

Kann ikki gerast við kunngerð

Báðar løgfrøðiligu eftirkanningarnar gera ta niðurstøðu, at her er talan um skatt. Landsstýrið kann ikki, sum lógaruppskotið sigur, áseta elprísir, sum eru at meta sum skattur, í kunngerð.

Bara Løgtingið kann við lóg áseta skatt og avgjøld. Tað kann ongantíð gerast við kunngerð frá landsstýrinum, siga løgfrøðingarnir hjá løgmanni og Løgtinginum.

Í lógaruppskotinum hjá Sirið Stenberg stendur, at "landsstýrismaðurin fær heimild at góðkenna, at ymiskir elprísir verða ásettir fyri ymiskar kundabólkar."

Innlendismálaráðið: Munur er longu á prísunum

Í Innlendismálaráðnum eru tey ósamd við tulkingina hjá Lógartænastuni á Løgmansskrivstovuni og hjá løgtingsumsitingini. Munur er longu á prísunum hjá SEV, og hevur verið tað leingi, vísir Innlendismálaráðið á.

Tey, sum brúka nógvan streym, fáa hann bíligari enn hini. Men fyri at uppskotið ikki skal detta burtur, er Sirið Stenberg sinnað at broyta tað.

Løgtingsumsitingin kann biðja løgtingsformannin spyrja formansskapin, um hann skal biðja tingið burturvísa uppskotinum, tí tað er brot á stýriskipanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049