Tryggur sigur til B36

Tryggur sigur til B36
Runavíkingar fingu ikki gjørt stórvegis við vælspælandi B36 liðið í kvøld, sum vann 3-1 á NSÍ
 
21.04.2016 - 20:19

Sjeynda umfar í Effo-deildini er nú avgreitt, og føroyameistararnir í B36 síggja út til at hava funnið stevið aftur eftir nøkur ivasom úrslit í seinastu dystunum. Árstalsfelagið vann toppdystin móti NSÍ 3-1 við málum frá Sebastian Pingel, Róaldi Jakobsen og Lukaszi Cieslewicz. Klæmint A. Olsen skoraði málið fyri runavíkingar. 

AB og KÍ fingu hvør sítt stig og hvør sítt mál á Argjum, og í Fuglafirði endaði dysturin millum ÍF og Skála 2-2. Víkingur vann 2-1 á TB í Gøtu, og HB vann 1-0 á B68 í Gundadali. 

Støðan eftir sjeynda umfar:

HB             17
Víkingur     15
B36           14
NSÍ           12
KÍ             11
ÍF              8
TB             5
Skála         5
AB            4
B68           3

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096