Bretski ES ivin hóttir heimsbúskapin

Bretski ES ivin hóttir heimsbúskapin
Tað eru boðini frá fíggjarmálaráðharrunum í G7 londunum, sum hava fund í Japan
 
21.05.2016 - 13:43

Tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri heimsbúskapin, um bretar velja at fara úr ES á fólkaatkvøðuni 23. juni.

Tað siga fíggjarmálaráðharrarnir úr teimum sjey størstu ídnaðarlondunum, sonevndu G7-londunum, sum eru á fundi í Japan.

Heimsbúskapurin er frammanundan hóttur av stríði og yvirgangi og flóttafólk streyma til Europa. Øll hesi viðurskiftini gera støðuna ótrygga, og støðan verður ikki betri, um Bretland fer úr ES, siga fíggjarmálaráðharrarnir.

Meiningakanningar í Bretlandi hava víst, at tað mestsum stendur á jøvnum í spurninginum um bretska limaskapin, men seinastu tíðina eru ábendingar um, at tey sum vilja verða verandi í ES, eru fleiri í tali.

Eitt av G7-londunum er Bretland, hini eru USA, Japan, Kanada, Frakland, Týskland og Italia.

Bretski fíggjarmálaráðharrin, George Osborne, er við á fundinum í Sendai í Japan.

Hann sigur seg vænta stórar handilsforðingar fyri bretskar vørur, um bretar velja at fara úr ES.

- Fara vit úr ES, so fer tað at taka tvey ár at samráðast við hini 27 londini um treytirnar. Samstundis má Bretland samráðast við minst 50 onnur lond um aðrar treytir, m.a. um handil. 

Tað fer at hava við sær, at bretska vinnan fer at liva í óvissu í langa tíð. Vinnan fer ikki at seta fólk í starv, og vandi er fyri, at óløgurnar fara at minka.

Tað fer so aftur at hava við sær, at arbeiðsloysið fer at hækka, inntøkurnar at minka, so viðurskiftini hjá bretum gerast verri. Eg havi varhugan av, at bretar eru við at skiljaálvaran í støðuni, sigur George Osborne, fíggjarmálaráðharri.

Búskaparráðharrin í ES, Pierre Moscovici, er eisini við á fundinum í Japan. Hann sigur, at eingin ætlan er um, hvat skal henda, um bretar velja at fara úr ES.

Fundurin í Japan heldur fram, og í næstu viku verða stjórnarleiðararnir og forsetarnir úr G7-londunum við á fundinum í Senai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502