Ábendingar um at flogfarið sprongdist

Ábendingar um at flogfarið sprongdist
Tekin eru um, at ein spreinging var umborð á EgyptAir-flogfarinum, sum í síðstu viku datt niður í Miðjarðarhavinum, siga rættarlæknar
Ábendingar eru um, at ein spreinging var umborð á EgyptAir-flogfarinum, ið hvarv á einum túri frá París til Kairo, hósnáttina
 
24.05.2016 - 11:51

Kanningar av leivdum av ferðafólkunum, sum vóru við MS804-flogfarinum hjá EgyptAir, geva ábendingar um, at flogfarið sprongdist.

Tað er niðurstøðan hjá rættarlæknum, ið hava gjørt kanningar av ferðafólkum, sum vóru við flogfarinum, ið hvarv hósnáttina, skrivar AP.

Flogfarið, eitt Airbus A320, hvarv á ferðini úr París til Kairo hósnáttina uttan at flogmanningin kláraði at senda út neyðarkall. 66 fólk vóru umborð.

Flogfarið vendi brádliga í egyptiskum loftrúmi áðrenn tað fall 6700 metrar og hvarv av radaranum, hevur verjumálaráðharrin í Grikkalandi áður sagt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844