Sleppa ikki úr eldrasamstarvi

Sleppa ikki úr eldrasamstarvi
Landsstýrið vil ikki loyva Vestmanna úr samstarvinum VEKS. Fólkatalið í Vestmanna er ov lítið
 
07.06.2016 - 10:33

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað Vestmanna kommunu, at fólkatalið er ov lítið til, at Vestmanna kann vera sjálvstøðugt øki, sum umsitur eldrarøktina og heimatænastuna.

Sambært lógini um kommunalt samstarv um millum annað eldraøkið skulu vera minst 3.000 fólk í kommunalum samstarvsøkjum, sum ikki samsvara við økini í lógini.

Í Vestmanna búgva stivliga 1200 fólk. Bygdarráðið í Vestmanna fer at viðgera svarið frá Sirið Stenberg tann 22. juni.

SÍ EISINI Taka seg úr eldrasamstarvi

Vestmanna kommuna bað fyri tveimum mánaðum síðani Heilsu- og innlendismálaráðið um at sleppa burtur úr VEKS, sum er samstarvið millum Vestmanna, Kvívík, Eiði og Sunda kommunu

Pauli Trond Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu, segði tá, at peningurin, sum fylgdi við, tá kommunurnar tóku við eldraøkinum, svarar ikki til útreiðslurnar.

Sambært lógini skal landsstýriskvinnan góðkenna broytingar í samstarvinum, sum lógin áleggur kommununum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083