Lýsa aftur eftir aðalstjóra fyrsta dagin

Lýsa aftur eftir aðalstjóra fyrsta dagin
Seinnu árini eru fleiri aðalstjórasetanir endaðar í politiskum rumbli
 
08.06.2016 - 09:52

John Rajani var ikki einasti umsøkjarin, sum varð innstillaður til starvið sum aðalstjóri í Vinnumálaráðnum.

Ein annar umsøkjari varð eisini innstillaður, men kortini avgjørdi løgmaður at lýsa starvið leyst av nýggjum.

Aksel V Johannesen, løgmaður, sigur við útvarpið í morgun, at hann hevur ikki aðrar viðmerkingar til málið enn tað, sum hann hevur sagt fyrr, og tað er, at hann vil hava fleiri væl skikkaðar umsøkjarar til starvið.

Hann vil ikki svara, hví tann, ið varð innstillaður sum nummar tvey, ikki fekk starvið.

Tað er ikki fyrstu ferð, at ein politikari setur ein annan aðalstjóra enn tann, sum setanarbólkurin instillar sum nummar eitt.

Politiskt rumbul

Seinnu árini eru fleiri aðalstjórasetanir endaðar í politiskum rumbli.

Tá Rúni Joensen, sum nú situr í setanarbólkinum, varð settur sum aðalstjóri í táverandi løgmálaráðnum, var hann ikki fyrsta valið hjá setanarbólkinum. Men táverandi løgmaður og táverandi landsstýrismaðurin, Høgni Hoydal, valdu hann fram um tann, sum setanarbólkurin mælti til at seta.

Og tá ið Herluf Sigvaldsson varð settur sum aðalstjóri á táverandi Uttanríkiráðnum, var hann triðja val hjá meirilutanum í setanarnevndini, men fyrsta val hjá landsstýrismanninum tá, Jørgeni Niclasen. 

Hesaferð er tann, sum er innstillaður sum nummar tvey, ikki settur, men avgjørt er at fara undir setanartilgongdina av nýggjum.

Lýsingin kemur skjótt

Tað vóru upprunaliga 10 umsóknir til starvið, men tvær umsóknir vórðu tiknar aftur. Setanarbólkurin hevur mett, at ein var sera væl skikkaður, og ein var væl skikkaður, og innstillaði tí tvey fólk til starvið. 

Á Løgmansskrivstovuni vita tey í dag ikki at siga, nær starvið sum aðalstjóri í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum verður lýst leyst av nýggjum, men tað verður skjótt, verður sagt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938