Fáa ikki hjálp eftir nýggjari lóg

Fáa ikki hjálp eftir nýggjari lóg
Kærunevndin hevur staðfest eina avgerð hjá Almannaverkinum
 
08.06.2016 - 13:48

Fólk, sum fingu vart starv fyri tann 1.januar 2013, men missa starvið eftir tann dagin, detta niðurímillum í almennu skipanini.

Tað vísir ein avgerð hjá Kærunevndini í almanna- og heilsumálum um uppihaldshjálp.

Arbeiðsfremjandi tiltøk

Tann 1.januar í 2013 kom lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk. Fólk, sum fáa arbeiði eftir teirri lógini, fáa hjálp eftir forsorgarlógini frá Almannaverkinum, tá tey missa arbeiðið aftur.

Tað fáa tey, sum fingu arbeiði, fingu vart starv, áðrenn lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk kom, ikki.

Tann, sum kærdi til Kærunevndina, fær heldur einki frá ALS, tí viðkomandi fær ikki arbeitt 40 tímar um vikuna fyri sjúku.  

Og heldur ikki ber til, sambært Kærunevndini, at lata uppihaldshjálp, tí tað stendur ikki í lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk og heldur ikki í viðmerkingunum um lógina.

Fólk, sum fáa vart, ella tillagað starv, sum hesi størv nú eita, eftir lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, og seinni missa starvið, fáa uppihaldshjálp. 

Óvissa í ALS-lógini

Tí, sum tað stendur í viðmerkingunum um lógina: óvissa er í lógini um ALS um rættindini hjá fólki, sum hava skerdan arbeiðsførleika. Hesi fólk rinda til ALS, men kunnu ikki fáa haðani.

Tá lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk kom í gildi 1.januar í 2013 bleiv hetta galdandi:

„Við gildiskomu av hesi lógini verða ikki játtað fleiri vard størv, sum vit kenna tað frá forsorgarlógini, men verandi størv halda fram sambært gomlu reglunum, meðan øll nýggj mál um tillagað starv verða viðgjørd sambært hesi lóg”. 

Ikki rætt til uppihaldshjálp

Tann, sum kærdi avgerðina hjá Almannaverkinum um ikki at lata uppihaldshjálp, fekk vart starv fyri 1.januar 2013, eftir gomlu reglunum, men misti tað eftir 1.januar 2013, tá nýggja lógin var komin. 

Og eftir gomlu reglunum er eingin rættur at fáa uppihaldshjálp sambært lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Fríggjadag 17. apríl
LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)
207223
Fríggjadag 17. apríl
Breddin: Rúma vit teimum við demens?
207206
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118