Dávur Magnussen vann landavegssúkkling

Dávur Magnussen vann landavegssúkkling
Dávur Magnussen var fyrstur á mál í 65 kilometur langari kapping í landavegssúkkling
 
09.06.2016 - 13:14

Leiðin gekk niðan í fjøllini, tá TSF í gjár skipaði fyri kapping. Niðan á Oyggjavegin og allan vegin niðan á Sornfelli.

Dávur Magnussen vann strævna teigin. Dávur brúkti tveir tímar og tjúgu minuttir um teir 65 kilometrarnar. Ikki óvæntað varð tað Guðmundur Joensen, ið bleiv nummar tvey.

Hálva leið niðan á Sornfelli royndi Dávur enn einaferð at sleppa frá Guðmundi, og nú riggaði. Dávur økti, og var fyrstur niðan á toppin at venda. Sýnið var fimm metrar, men Dávur setti eisini ferðina upp á veg oman.

Dávur økti og økti um fjarstøðuna, og tá avtornaði vann Dávur við fýra minuttum.

- Taktikkurin hjá mær var at koyra allar brekkurnar við góðum tempo, og av og á at rykkja frá feltinum, og sostatt at møða hinar, segði Dávur Magnussen eftir kappingina.


Úrslit 65 km. landavegssúkkling:


1. Dávur Magnussen, 2 tímar 20 minuttir 10 sekund
2. Guðmundur Joensen, 2.24.11
3. Gunnar Dahl-Olsen, 2.27.30
4. Jan Hjaltalin, 2.37.10
5. Uni Vitalis, 2.47.10
6. Tummas Óli Olsen, 2.27.15


Kapping verður aftur leygardagin 18. juni. Tá verður kappast í einkultstarti. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327