- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldri kappróðrarúrslit
Men kappróður í Føroyum er kortini nógv eldri enn so. Niðanfyri síggjast úrslit frá øllum stevnum frá 1960 til 1972.
Okkum restar fullfíggjað úrslit frá jóansøku á Tvøroyri 1961, annars eru øll hini úrslitini funnin í føroyskum dagbløðum.
Hesi árini varð bara róð í 5. mannaførum, 8. mannaførum og 10. mannaførum. 6. mannaførini komu ikki fyrr enn miðskeiðis í 70-unum.
Trýst á árstalið fyri at síggja úrslitini fyri tað árið.
1960 1961 1962 1963 1964 1965 1966 1967 1968 1969 1970 1971 1972
Til stuttleikar er sett upp yvirlit yvir teir bátar, sum stóðu seg best samanlagt í hvørjum flokki á hvørjum ári grundað á ta stigaskipan, sum fekk FM-gildi frá 1973.
Eitt slag av einnum óalmennum FM-yvirliti fyri tíðarskeiðið 1960-1972. Men árini frá 1964 til 1972 var ein serstøk FM-stevna eftir ólavsøku, og tey úrslitini eru eisini tikin við og standa fyri seg.
Vunnu FM uttan at rógva
Árini frá 1964 til 1972 var á hvørjum ári ein serstakur róður, sum var uttanfyri føstu summarstevnurnar. Henda dagin skuldi føroyameistarin finnast í øllum bátaflokkum.
Sama hvussu úrslitini høvdu lagað seg á hinum stevnunum, so var tað henda stevnan og bara hendan, sum gjørdi av, hvør ið bleiv føroyameistari. FM-róðurin var vanliga eftir ólavsøku í august, aloftast á Skálafirði.
Eitt uppskot frá róðrardeildini (Erhardt Næs, Per Hansen og Kaj Nolsøe) varð lagt fyri aðalfund ÍSF´s 1963 um serstaka føroyameistarastevnu í kappróðri.
Treytin fyri at luttaka var, at bátur hevði luttikið í minst trimum av summarstevnunum og ikki verið aftari enn nummar 4 í miðal. (Per Hansen vildi tó hava miðaltalið strikað).
Kappingin skuldi vera um miðjan august og fyriskipað av ÍSF. Kappast skuldi á sjógvi, har streymloysi var.
Kappingin varð hildin á Trongisvágsfirði fyrsta árið (1964). Síðani á Skálafirði. Eitt árið tó á Sørvágsfirði (1970). Undirtøkan var tolulig fyrstu árini, men fánaði brátt.
Tá kom fyri, at bátur var føroyameistari uttan róður, tí eingin var at kappast ímóti. Besti báturin á sumrinum møtti ikki altíð til FM-kappingina, og tí misti kappingin sum frá leið ítróttarligt trúvirði.
Til endans var áhugin so lítil, at kappingin helt uppat. Í 1973 var farið undir núverandi skipan, at allar stevnurnar telja við í FM-kappingini.