Foreldur í Vága kommunu eru stúrin um trygdina hjá skúlabørnum

Foreldur í Vága kommunu eru stúrin um trygdina hjá skúlabørnum
Børn í 5. flokki og uppeftir í Vága kommunu verða ikki koyrd heim eftir skúlatíð í skúlabussinum, og kommunan vrakaði herfyri eitt uppskot til at bøta um hetta. Foreldur stúra
Skúlin á Giljanesi
Mynd: Savnsmynd  
 
05.05.2025 - 13:11

Foreldur í Vága kommunu harmast, at børn í 5. flokki og uppeftir ikki verða koyrd heim eftir skúlatíð í skúlabussinum, tí tey stúra fyri trygdini hjá børnunum. 

"Børnini noyðast at ganga heim fram við høvuðsvegnum, og tað er har, øll ferðsla til og frá flogvøllinum er," greiðir Høgni Joensen, ið er foreldur at børnum í skúlanum á Giljanesi, frá. 

Eitt uppskot um at broyta skipanina, so at hon eisini fevnir um børnini frá 5. flokki og uppeftir, var fyri í býráðnum herfyri.

Men uppskotið varð einmælt kolldømt av trivnaðarnevndini og býráðnum í Vága kommunu.

"Uppskotið var ov kostnaðarmikið," sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

 

Bøta um verandi skipan

Borgarstjórin greiðir frá, at hóast uppskotið fall, verður kannað um man kann bøta um verandi skúlabusskoyringina innan fyri teir galdandi fíggjarligu karmarnar.

Harumframt er ein onnur ætlan ávegis, sum snýr seg um at gera eina gøtu til børnini burtur frá vegnum. Ætlanin væntast at verða klár seinni í ár.

Hoyr innslag í tíðindunum:

1741636

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040