Brexit: Miðlarnir hava fingið munnkurv

Brexit: Miðlarnir hava fingið munnkurv
Asta Hansen, MSc. í politiskum samskifti, heldur, at valstríðið í Bretlandi hevur mint um valstríðið í USA
23.06.2016 - 22:57

Tann, sum væntaði at frætta um gongdina í bretska valstríðnum eisini í dag, fólkaatkvøðan er, gjørdist vónsvikin.

Í Bretlandi er nevniliga siðvenja, at loftbornu miðlarnir siga einki um valið sjálvan valdagin, og so var eisini í dag.

Hildið verður nevniliga, at miðlarnir kunnu ávirka úrslitið, viðgera teir eina fólkaatkvøðu tann dagin, hon er.

Asta Hansen, MSc. í politiskum samskifti, var gestur í Degi og Viku. Hon heldur, at valstríðið upp undir fólkaatkvøðuna í Bretlandi hevur mint ikki sørt um valstríðið upp undir amerikanska forsetavalið. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775