Sí upptøkuna: Her ger terna av við eina dronu

Sí upptøkuna: Her ger terna av við eina dronu
Tað gekst ikki heilt, sum ein maður í Norðoyggjum ætlaði, tá hann í síðstu viku gjørdi upptøkur við dronu í fjøllunum í Klaksvík
Petur M. Solmunde gjørdi í síðstu viku upptøkur á Hálgafelli í Klaksvík. Tað dámdi kortini eini ternu so lítið, at hon gjørdi av við dronuna. Sí upptøkuna í greinini
Mynd: Skíggjamynd/Petur M. Solmunde á Facebook  
 
28.06.2016 - 12:07

- Eg havi gingið øll 340 fjøllini í Føroyum, og eg var sera spentur at koma til øll tey penu støðini í Føroyum aftur við dronuni og gera upptøkur.

Sí upptøkuna niðanfyri

Tað sigur Petur M. Solmunde, sum seinasta hálva árið ella so regluliga hevur lagt dronuupptøkur av føroysku fjøllunum á Facebook og YouTube.

Tá hann seinasta hósdag gjørdi nýggjar upptøkur í fjøllunum í Klaksvík, gekst tó ikki heilt sum ætlað. Ternur gjørdu seg inn á dronuna, ið datt niður.

Greinin heldur fram niðanfyri

Sum tað sæst í upptøkuni omanfyri, datt dronan niður eftir, at ternur høvdu gjørt seg inn á dronuna, ið helst var ov tætt við eitt ternubøli, har einar 20 ternur reiðrast.

Ternan, sum í upptøkuni sæst gera seg inn á dronuna við upptøkutólinum, slapp heldur ikki óskalað frá hendingini. Ternan doyði, sigur Petur M. Solmunde.

Greinin heldur fram niðanfyri

Petur M. Solmunde var staddur á Hálgafelli í Klaksvík (frámerkt á kortinum) seinasta hósdag, tá ternur gjørdu av við eina dronu, sum hann teir síðstu mánaðirnar hevur gjørt upptøkur við.

Dronan, hann brúkti til upptøkuna, fór í knús og kann ikki brúkast aftur. Ein sovorðin drona, sum Petur M. Solmunde hevur brúkt, kostar umleið 6.000 krónur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179