Bilseljarar fáa ikki nummarpláturnar

Bilseljarar fáa ikki nummarpláturnar
Bilasølurnar í Føroyum sleppa ikki sjálvar at umsita nummarpláturnar. Tað sigur landsstýrismaðurin í svari til løgtingsmann
 
05.07.2016 - 10:28

Bilasølurnar sleppa ikki at umsita nummarplátur til bilar. Akstovan hevur ongar ætlanir um at lata bilasølurnar útflýggja teimum, sum keypa nýggjar bilar, nummarplátur.

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, sum hevur svarað spurningi frá Birni Kalsø, løgtingsmanni.

Bjørn Kalsø sigur, at fólk uttan fyri Havnina, har Akstovan er, noyðast í ringasta føri at bíða í nakrar dagar eftir nummarplátunum, tá tey keypa sær bil.

Heldur tað hevði lætt um

Fert tú eitt nú úr Suðuroynni til Havnar at keypa bil, fært tú ikki bilin suður fyrr enn nakrar dagar seinni, tí Akstovan letur aftur klokkan trý seinnapartin og er ikki opin um vikuskiftið, sigur Bjørn Kalsø.

Tí hevði tað lætt um hjá teimum, sum keypa bil, at tey samstundis kunnu fáa nummarpláturnar frá bilseljaranum, heldur løgtingsmaðurin. Hann sigur, at í øðrum londum umsita bilasølurnar nummarpláturnar.

Henrik Old svarar, at Akstovan er skrásetingarmyndugleiki og eftirlitsmyndugleiki, sum millum annað skal ansa eftir, at nýggir bilar eru ábyrgdartryggjaðir og, at landskassin fær tey gjøld, hann eigur, fyri bilin, áðrenn bilurin verður skrásettur og fær sínar plátur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558