Besta rakstrarár nakrantíð

Besta rakstrarár nakrantíð
Byggifyritøkan Articon hevði sítt besta ár nakrantíð í 2015. Yvirskotið var góðar 22 milliónir krónur áðrenn skatt og góðar 18 milliónir eftir skatt
 
14.07.2016 - 15:07

Til samanberingar hevði Articon tríggjar millióni krónur í yvirskoti eftir skatt í 2014. Nógva virksemið í føroyska samfelagnum sæst eisini aftur í roknskapinum hjá fyritøkuni.

Bruttuvinningurin hjá Articon fór úr smáum 75 milliónum krónum í 2014 upp í 130 milliónir í fjør. Fyritøkan hevur arbeiði í gerð fyri tilsamans 459 milliónir krónur, tað eru 135 milliónir meira enn árið fyri.

SÍ EISINI Gera tveir nýggjar goymslutunlar

Articon fæst við byggi- og anleggsarbeiði, umframt skipstimburarbeiði. Í roknskapinum fyri 2015 staðfestir felagið, at virksemið innan byggivinnuna er stórt og eftirspurningurin stórur.

Articon roknar tó við, at nógva virksemið í føroyska samfelagnum fer at økja um áhugan fyri Føroyum í grannalondunum, og tað fer at økja um kappingina.

Trupult at fáa skikkað fólk

Tað er eisini ein stór avbjóðing at fáa fatur á arbeiðsmegi við røttu førleikunum. Í fjør rindaði Articon góðar 90 milliónir krónur í lønum, eftirlønum og arbeiðsmarknaðargjøldum.

Tað eru 30 milliónir meira enn árið fyri. Starvsfólkini gjørdust eisini munandi fleiri í tali í fjør. Sambært ársroknskapinum hjá Articon fór starvsfólkatalið úr 158 fólkum í 2014 upp í 205 starvsfólk í fjør.

Starvsfólkini hjá Articon eru nú meira enn tvífalt so nógv í tali í mun til fyrstu árini eftir fíggjarkreppuna í 2008.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Mánadag 9. februar
Buongiorno dall´Italia
203938
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864