Nýggj lønarskipan dregur út

Nýggj lønarskipan dregur út
Tað dregur út at gera nýggja almenna lønarskipanin, ið skal tryggja fólki løn fyri innihaldið í starvinum, útbúgving og førleika
Tað tekur rúma tíð og krevur, at arbeiðsmegi verður sett av til arbeiðið, at gera nýggja almenna lønarskipan, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum. Arbeiðið er ikki byrjað enn
 
18.07.2016 - 10:42

Arbeiðið at gera nýggja lønarskipan fyri almenna arbeiðsmarknaðin er ikki byrjað enn, hóast semja var millum fakfeløg og Lønardeildina í fjør heyst um at gera slíka skipan.

Í nøkrum semjum stendur, at arbeiðið skuldi byrja í vár. Men tað gjørdi tað ikki. Fakfeløgini hava fingið at vita frá Lønardeildini, at har hava tey ikki fólk til at gera arbeiðið nú.

Tað er tí útsett til í heyst, skrivar formaðurin í Starvsmannafelagnum, Súni Selfoss, í Starvsblaðnum. Tað er brot á gjørdar avtalur, at arbeiðið ikki er farið í gongd enn, sigur Súni Selfoss.

Arbeiðið má raðfestast

Tað tekur rúma tíð og krevur, at arbeiðsmegi verður sett av til arbeiðið, at gera nýggja almenna lønarskipan, skrivar formaðurin í Starvsmannafelagnum.

Partarnir eru samdir um at gera almenna lønarskipan í sáttmálaskeiðinum, stendur í sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Sáttmálaskeiðið endar 1. oktober næsta ár.

Endamálið við nýggjari, almennari, lønarskipan er at løna fólki fyri innihaldið í starvinum, útbúgving og førleika. Nýggja lønarskipanin skal eisini vera einfaldari enn tann, sum nú er galdandi fyri almenna arbeiðsmarknaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762