Anita ikki søkt um fiskiloyvi

Anita ikki søkt um fiskiloyvi
Garnaskipið Anita hevur ikki biðið um fiskiloyvi til nýggja fiskiárið, ið byrjar nú
 
31.08.2016 - 17:21

Garnaskipið Anita fær í dag rættin at fiska í føroyskum sjógvi aftur, men sambært Vørn hevur reiðaríið ikki biðið um fiskiloyvi til nýggja fiskiárið, sum byrjar í morgin.

Málið um Anitu byrjaði 11. februar í 2014, tá ein maður sló út og druknaði, meðan skipið setti gørn undir Føroyum.

SÍ EISINI M/B Anita: Maður dottin fyri borð

Tá kom undan kavi, at útlendska manningin umborð arbeiddi undir ivasomum viðurskiftum, at avgerðarrætturin í reiðarínum var útlendskur, og skipið í fleiri førum breyt lógina um vinnuligan fiskiskap.

Millum annað fiskaði Anita við alt ov nógvum gørnum, og Sjóvinnustýrið staðfesti eisini, at trygdin umborð var ikki í lagi.

Vørn staðfesti, tá málið var fyri í rættinum, at talan var um tey grovastu lógarbrotini í føroysku fiskivinnuni nakrantíð og mælti landsstýrinum til at taka fiskiloyvi frá Anitu med alla.

Einki net síðani mai

Málið endaði við, at skipari og reiðarí fingu 450.000 krónur og at skipið misti rættin at fiska til í dag, 31. august í 2016.

Reiðarin, Søren Christiansen, segði, tá tann avgerðin fall, at hann fór at stevna landsstýrinum eftir endurgjaldskravi fyri frátikna fiskiloyvi, men í mai boðaði Jens Andrias Winther, advokatur frá, at hann gavst at umboða felagið.

Síðani er einki hent í málinum, og nú Anita kann fara aftur til fiskiskap, hevur reiðaríið ikki søkt um nýtt fiskiloyvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Hósdag 23. apríl
Breddin: Virkin deyðshjálp
207458
Hósdag 23. apríl
Morgunlestur hósdagur 23.apríl 2026
207137
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Veðrið
207480
Hósdag 23. apríl
Andaktin
207475
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395