Rópa varskó um krígsbrotsverk

Rópa varskó um krígsbrotsverk
Framferðin hjá sýriska stjórnarherinum og russisku flogførunum í Aleppo í Sýria er á markinum fyri krígsbrotsverk
Bara í gjár lógu minst 25 sivilfólk eftirá í Aleppo í Sýria. Hildið verður, at minst 125 fólk hava latið lív í ógvusligu atsóknunum um vikuskiftið.
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
26.09.2016 - 08:01

Tað siga fleiri europeisk lond og USA, eftir at ST í skundi varð kallað saman í gjárkvøldið at umrøða støðuna í Sýria.

Síðani hósdagin hava russisk flogfør uttan íhald bumbað mál í Aleppo, samstundis sum sýriski stjórnarherurin hevur sett sær fyri at reka allar uppreistrardeildir úr býnum.

Sendiharri trýr ikki uppá vápnahvíld

Bara í gjár lógu minst 25 sivilfólk eftirá, og hildið verður, at minst 125 fólk hava latið lív í ógvusligu atsóknunum um vikuskiftið.

Russiski ST sendiharrin segði undan fundinum, at líkt er ikki til at ein vápnahvíld kann fáast í lag í Aleppo. Eftir at ein vápnahvíld í farnu viku var brotin, hava russisk flogfør í stórum tali søkt at málum í Aleppo.

Ósemjan ímillum stórveldini, USA og Rusland er nú so riong, sum hon ikki hevur verið í fleiri áratíggju. Samstundis hava fleiri europeisk lond skuldsett Rusland fyri kríksbrotsverk í sýriska býnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502