Generalur: Hundraðtals IS-hermenn dripnir

Generalur: Hundraðtals IS-hermenn dripnir
Útivið 1.000 stríðshugaðir hermenn hjá Islamskum stati hava síðstu dagarnar latið lív í irakiskum stórbýi, sigur amerikanskur herovasti
Irakiskir hermen í útjaðaranum í irakiska býnum, Mosul, har 800-900 stríðssinnaðir hermenn hjá Islamskum stati eru dripnir síðstu dagarnar sambært einum herovasta
Mynd: AP  
 
27.10.2016 - 16:06

- Bara í átøkunum síðstu hálvaaðru vikuna meta vit, at umleið 800-900 hermenn hjá Islamskum stati eru dripnir, sigur Joseph Votel, herovasti, sambært AFP.

Álopini byrjaðu fyri 10 døgum síðani, og hava higartil verið miðsavnað á býir og í lendinum uttan fyri Mosul, ið er næststørsti býurin í Irak.

Bardagar kunnu harðna

Mótstøðan kann tó gerast dyggari tá irakisk herlið taka seg inn í sjálvan býin. Tað er torført at siga, hvussu nógvir IS-hermenn eru í økinum, sigur generalurin.

Amerikanarar hava áður mett, at 3500-5000 jihadistar frá IS eru í irakiska stórbýnum, meðan hildið verður, at felagsskapurin hevur 2000 fólk í býum uttan fyri Mosul.

Donsk hernaðarflogfør hava eisini tikið lut í álopum á Islamskan stat í Mosul. Tað upplýsti danski ráðharrin í verjumálum, Peter Christensen, sambært DR, fyrradagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804