Rópar varskó um russiska hóttan

Rópar varskó um russiska hóttan
Russland er ein alsamt størri hóttan móti Stórabretlandi, sigur leiðarin fyri bretsku fregnartænastuna, MI5, Andrew Parker
Russland er størsta hóttanin móti Stórabretlandi, sigur Andrew Parker (høgrumegin). leiðari fyri bretsku fregnartænastuna, í sjáldsamari samrøðu við The Guardian
Mynd: AP  
 
01.11.2016 - 10:30

Evropa verður í hesum døgum hótt á nógvum økjum, sambært Andrew Parker. Men meðan fokus serliga er á víðgongdar islamistar, er stórsta hóttanin Russland, skrivar The Guardian.

- Landið brúkar nógva orku og styrki fyri at røkka sínum málum, sigur Andrew Parker og nevnir propaganda, njósning og álop í cyperspace sum dømi um vaksandi ágang úr Russlandi.

Samrøðan vekir ans

Sambært ovastanum fyri bretsku fregnartænastuna er tað tó ikki bara Bretland, sum er fyri russiskum ágangi. Ágangurin fer fram kring alt Evropa, sigur hann.

Samrøðan við Andrew Parker vekir ans í Bretlandi. Hetta er fyrstu ferð í 107 ára gomlu søguni hjá MI5, at ein sitandi fregnartænastuovasti ger samrøðu við eina avís.

Sambært Parker sjálvum noyðist eisini fregnartænasta at broyta seg og greiða fólki frá sínum arbeiði, skrivar bretska blaðið, The Guardian.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493