Fíggjarmálaráðið flutt út

Fíggjarmálaráðið flutt út
Landsbankin skal hava hølini, sum Fíggjarmálaráðið var í á Argjum, nú Fíggjarmálaráðið er flutt á Tinganes
Fíggjarmálaráðið, sum hevur hildið til í hesum bygninginum á Argjum, er flutt í Tinganes
 
14.11.2016 - 10:25

Tað hevur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið at vita frá løgmanni. Fíggjarnevndin vildi hava at vita, hvussu nógv landið sparir, nú Fíggjarmálaráðíð er flutt.

Sambært svarinum frá løgmanni, so sleppur Landsbankin undan at gjalda húsaleigu, tí hann flytur í hølini á Argjum, sum landið eigur.   

Vænta at spara pening

Rasjonaliseringar á Tinganesi fara, sambært uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2017, at gera, at tey trý aðalráðini spara tilsamans hálva millión krónur.

Fiskimálaráðið skuldi eisini flyta á Tinganes nú, men tann flytingin er útsett. Fiskimálaráðið hevur bundið seg til at leiga har, sum ráðið er nú, til 2018.

Í staðin fyri verður húsið, sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið var í, umvælt nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815