Nýggj kanning: Skulu ikki giftast í kirkjuni

Nýggj kanning: Skulu ikki giftast í kirkjuni
Samkynd pør skulu ikki sleppa at giftast í kirkjum í Føroyum heldur meiriluti av føroyingum sambært nýggjari gallupkanning
Samkynd skulu ikki sleppa at giftast í føroyskum kirkjum, halda 66 prosent av teimum spurdu í nýggjari spurnakanning, Miðflokkurin hevur tikið stig til at gera
 
15.11.2016 - 10:39

Tað er Miðflokkurin, sum hevur gjørt nýggju gallupkanningina, har føroyingar vórðu spurdir, um samkynd skulu sleppa at giftast í kirkjum í Føroyum.

Meirilutin av teimum spurdu halda ikki, at samkynd pør í Føroyum skulu sleppa inn um kirkjugátt at giftast, er niðurstøðan í spurnakanningini.

Bara fjórðihvør sigur »ja«

66 prosent av teimum spurdu siga seg ikki taka undir við, at samkynd skulu kunna giftast í kirkju, 27 prosent eru fyri, og átta prosent siga seg ikki vita.

Í kanningini verður eisini spurt, um fólk taka undir við at tvey av sama kyni skulu kunna ættleiða børn. 46 prosent av teimum spurdu siga seg taka undir við tí, meðan 44 prosent eru ímóti. 

Gallup gjørdi kanningina fyri Miðflokkin, tíðarskeiðið 3. til 18. oktober. 529 fólk vórðu spurd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV