Bumbuálop á løgreglufólk í Istanbul

Bumbuálop á løgreglufólk í Istanbul
Kurdiski arbeiðaraflokkurin PKK verður hildin at standa aftanfyri.
Mynd: Savnsmynd  
 
11.12.2016 - 09:42


38 fólk hava latið lív og enn fleiri eru løstað í einum bumbuálopi á løgreglufólk uttan fyri eitt fótbóltsstadion í størsta turkiska býnum, Istanbul, í gjárkvøldið.

30 av teimum, ið hava latið lív, eru løgreglufólk. 155 fólk verða viðgjørd á sjúkrahúsi, og 14 teirra eru í lívsvanda, verður sagt.

Ein maður í bumbuvesti rendi við bili sínum á ein politibil uttanfyri stadionøkið hjá fótbóltsfelagnum Besiktas tveir tímar aftaná, at ein dystur hevði verið har.

Turkiska stjórnin sigur fyribils kanningar benda á, at tað er hernaðarligi vongurin hjá kurdiska arbeiðaraflokkinum PKK, ið stendur aftan fyri álopini. Tíggju fólk eru tikin, verður sagt.

Ein røð av bumbuálopum hava verið í Turkalandi í ár. Og tá tað ikki hevur verið PKK, er Islamski staturin lagdur undir at hava framt bumbuálopini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852