Allar broytingar hjá samgonguflokkunum samtyktar

Allar broytingar hjá samgonguflokkunum samtyktar
Allar broytingarnar hjá samgongufólkunum í Fíggjarnevndini í uppskotinum hjá landsstýrinum um fíggjarlóg fyri 2017 eru samtyktar
 
15.12.2016 - 08:07

Klokkan var farin av fimm í morgun, tá løgtingsfólk og landsstýrisfólk sluppu til hús, tí ikki fyrr enn tá var tingfundurin liðugur. Helgi Abrahamsen, sum í løtuni er løgtingsmaður, er eisini blaðmaður á Norðlýsinum.

Hann skrivar har, at tingfundurin, sum byrjaði gjáramorgunin klokkan 10.00, endaði ikki fyrr enn klokkan var farin av fimm í morgun.

Orðaskiftið um fíggjarlógaruppskotið, tað var onnur viðgerð, vardi til klokkan tíggju minuttir yvir hálvgum trý.

Drúgv atkvøðugreiðsla

Men Jacob Vestergaard í Fólkaflokkinum bað um, at atkvøtt varð um hvørja einstaka kontu í fíggjarlógini, og tær eru nógvar. Atkvøðugreiðslan tók hálvan annan tíma. 

Helgi Abrahamsen skrivar í Norðlýsinum, at tingfundurin varð niðurlagdur í ein tíma eftir at orðaskiftið var endað, tí fyrisitingin í løgtinginum skuldi gera klárt til atkvøðugreiðsluna.

Øll broytingaruppskotini hjá samgonguflokkunum vórðu samtykt, og øll broytingaruppskotini hjá andstøðuni fullu, skrivar Norðlýsið. Fíggjarlógin skal hava eina viðgerð afturat. Hon verður á tingfundinum, sum byrjar í morgin klokkan 10.00.

Løgtingsformaðurin ætlar, at løgtingið fer í jólafrí í morgin.  

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815