Aftur ódnarveður

Aftur ódnarveður
Ódnarveður hevur aftur verið nógva staðni í nátt og í morgun. Í støðum fór vindurin upp í 50 metrar um sekundið
Nógva staðni hevur aftur verið ódn í nátt og morgun. Her ein mynd úr Kollafirði, tá jólaódnin gjørdi um seg
Mynd: Lesaramynd: Regin Thomsen  
 
28.12.2016 - 08:27

Í einum garði í Leirvík koppaði eitt átta metra høgt granntræ tíðliga í morgun, men aðrar fráboðanir um skaða hevur politiið ikki fingið.

Í Gjáarskarði fór vindurin upp í 50 m/s í morgun, og í Norðradalsskarði fór vindurin upp í 47 m/s. Hetta er vindferðin í hvirlunum.

Greinin heldur fram niðanfyri

Mesti javni vindurin seinasta samdøgrið er eisini máldur í Norðradalsskarði, hann var góðar 35 m/s. Tá vindferðin fer upp um 33 m/s er ódn.

Aðra staðni, har nógvur vindur plagar at vera, fór vindferðin langt upp um 30 og nærkaðist teimum 40 metrunum í nátt og í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
Norðurljóð 2.november 2026
215022
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711