Umhvørvisstovan bíðar eftir útlendskum boðum

Umhvørvisstovan bíðar eftir útlendskum boðum
Her heima verður tað ikki mett vera neyðugt at kanna, um graslíkisvøllir dálka umhvørvi og sjógv.
 
14.01.2017 - 13:33

Í grannalondunum kanna tey, hvussu illa graslíkisvøllir dálka umhvørvi og sjógv, men Umhvørvisstovan her hevur higartil onga ábending fingið um, at graslíki er skaðiligt fyri umhvørvi og heilsu. 

"Vit vita ikki, um tað dálkar. Men um vit fáa boð um, at kanningarnar úr grannalondunum vísa, at tað dálkar, so mugu vit taka tað harfrá", sigur Suni Petersen, leiðari á deildini fyri Vernd á Umhvørvisstovuni. 

Í grannalondunum kanna tey, hvussu illa graslíkisvøllir dálka umhvørvi og sjógv.

ES kannar vandan

Illgruni er um, at gummi, sum verður brúkt sum fylla í graslíkisvøllum, dálkar umhvørvi - millum annað um kemikaliu leka úr gummigranu-latinum, teimum smáu gummikúlunum, sum eru í graslíkinum. 

Í Danmark er Umhvørvisstýrið í ferð við at gera nýggja leiðbeining um graslíki. Og ES ger eina frágreiðing um graslíki er ein vandi fyri heilsuna hjá fólki. 

Í Íslandi er gummifyllan í nógvum vøllum skift, tí illgruni var um, at gamla fyllan var heilsuskaðilig. Ikki verður hildið vera ráðiligt at brúka hetta slagið av gummikúlum, har sum børn sparka.

Í Føroyum verða kanningar ikki gjørdar, men Umhvørvisstovan bíðar eftir kanningunum í øðrum londum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688