Kurvabóltslandsliðið fingið venjarar

Kurvabóltslandsliðið fingið venjarar
John Norðbúð Thomsen og Pól Jakobsen skulu standa á odda fyri kurvabóltslandsliðnum, sum fer til Gotlands í summar
 
01.02.2017 - 13:02

- At skipa landsliðsvenjingar og luttøkuna á oyggjaleikunum kann vera við til at menna kurvabóltin sum ítróttagrein, og vit fara sjálvandi at royna at gera tað betri enn seinast, sigur John Norðbúð Thomsen.

Hann og Pól Jakobsen eru fyrstu landsliðsvenjararnir í kurvabólti nakrantíð, og høvuðsuppgávan hjá teimum verður at fyrireika landsliðið til oyggjaleikirnar í summar.

Báðir vóru við frá byrjan, tá ið Føroya elsta kurvabóltslfelag, Hamar varð stovnað í 1996. Tí vita teir tað, ið vert er at vita um føroyskan kurvabólt og føroyskar kurvabóltsleikarar uttanlands.

Komandi tíðina fara venjararnir at rigga til úttøkuna av oyggjaleikalandsliðnum, og John Norðbúð Thomsen væntar, at fleiri nýggir leikarar vera at síggja í Jersey. - Nýggir spælarar eru komnir til, síðan Jersey og so eru eisini fleiri føroyingar, sum spæla kurvabólt á høgum stigi uttanlands, so spælaratilfeingið er munandi størri enn seinast, sigur John Norðbúð Thomsen.

Uppgávan hjá landsliðsvenjarunum verður fyrst og fremst at fyriskipa fyrireikingar, úttøku og luttøku á Oyggjaleikunum í Gotlandi í summar.

Føroyar vóru á fyrsta sinni umboðaðar í kurvabólti á leikunum í Jersey í 2015. Tá var føroyska liðið fyri tapi í hvørjum dysti, og John Norðbúð Thomsen sigur, at málið hesaferð sjálvandi verður at betra um føroyska spælið og úrslitið.

Meira um kurvabólt verður eisini at hoyra í Sparta eftir tíðindini kl.16 í morgin. Sendingin fer tá at snúgva seg um, hvussu kurvabóltur hevur tikið dik á seg sum ítróttagrein í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672