Akademikarar nýggjan sáttmála

Akademikarar nýggjan sáttmála
Sáttmálin ímillum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya er í dag endurnýggjaður. Hann er galdandi til 1. oktober.
 
03.02.2017 - 14:54

Sáttmálin, sum varð undirskrivaður í dag, fer tó skjótt úr gildi aftur, tí hann er galdandi frá 1.oktober 2015 til 1.oktober í ár.

Karmurin er tann sami sum hjá øðrum fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum, tað eru 2,25 prosent fyrra árið, 2015, og 1,9 prosent seinna árið, sum var 2016.

Ein partur av karminum er brúktur til at stytta lønarstigarnar úr 12 stigum niður í 10, tó er bachelorstigin ikki styttur.

Sum nakað heilt nýtt eru eisini gjørdar tvær nýggjar avtalur um vakt á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, ein um regluliga vaktarskipan, og ein um bráðkomna vakt.

Talan er um vaktarskipanir, sum tryggja, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann halda kravið um, at ein heilsuváttan frá djóralækna skal vera við vøruni, sum fer til triðja land, so sum Russland og Kina.

Avtala er eisini gjørd um fráboðanarfreist í sambandi við arbeiðssteðg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329