Søvnini dýrari at reka

Søvnini dýrari at reka
At Søvn Landsins verða sundurskild kemur at kosta landinum góðar 500.000 kr. um árið.
Søvn Landsins verða nú til fýra stovnar, og tað kostar.
 
23.02.2017 - 17:09

Størsta nýggja útreiðslan verður løn til nýggja stjóran í Tjóðsavni Føroya, sum kemur í staðin fyri Fornminnisavnið og Náttúrugripasavnið. Tað sæst í eini uppgerð, sum Løgmansskrivstovan hevur sent Kringvarpinum.

 

Stjórin á Søvnum Landsins

Andras Mortensen flytir í starv sum granskari á Fróðskaparsetur Føroya. Hetta hevur ein munandi lønarmiss við sær.

Lønin sum stjóri á Søvnum Landsins var 59.725 kr./mðr. við eftirløn.

Lønin á Fróðskarparsetrinum verður 50.960 kr./mðr.

Andras Mortensen fer tí niður í løn við 8.765 kr./mðr, og her sparir landið 105.180 kr./árið.

 

Landsbókasavnið og Landsskjalasavnið

Upprunaliga vóru Landsbókasavnsvørðurin og Landsskjalasavnsvørðurin settir sum stjórar. Tá Søvn Landsins vóru sett á stovn, vórðu hesi størv gjørd um til deildarleiðarar. Men, eftir at Søvn landsins verða skild sundur aftur, í m.a. Landsbókasavn og Landsskjalasavn, verða hesi størv aftur til stjórastørv.

Báðir deildarleiðararnir fara tí frá einari løn á 52.512 upp í eina stjóraløn á 55.040 kr./mðr og hetta kostar landinum 60.780 krónur meir um árið.

 

Tjóðsavn Føroya

Tjóðsavn Føroya er ein nýggjur stovnur, og har verður lýst eftir nýggjum stjóra í næstum. Lønin verður tann sama sum hjá hinum stjórunum: 55.040 kr./mðr, sum kostar landinum 660.480 krónur meir árið.

 

Samanlagt

Tilsamans kostar sundurskiljingin, leysliga mett, góðar 500.000 kr. um árið.

Eykakostnaðurin skal haldast innanfyri verandi fíggjarkarm á Søvnum Landsins. Tí verður ikki neyðugt við eykajáttan. Mentamálaráðið kann tí verða noytt at spara á øðrum økjum, ella útseta verkætlanir fyri at halda játtanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162