Átala framferð hjá løgtingsmanni

Átala framferð hjá løgtingsmanni
Lærarafelagið og Pedagogfelagið tala at, nú Jørgen Niclasen leggur seg út í sáttmálaviðurskifti hjá feløgunum
Føroyar Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag mótmæla harðliga, at Jørgen Niclasen leggur seg út í sáttmálaviðurskiftini hjá lærarum og pedagogum
 
01.03.2017 - 16:50

Føroyar Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag mótmæla harðliga, at Jørgen Niclasen leggur seg út í sáttmálaviðurskiftini hjá lærarum og pedagogum.

Tað boða tey feløgini frá í tíðindaskrivi í dag, eftir at Jørgen Niclasen hevur sagt, at landsstýrið eigur at leggja seg út í sáttmálaviðurskiftini hjá feløgunum

Jørgen Niclasen sigur í einum uppskoti, at landsstýrið eigur at gera neyðugar lógarbroytingar, sum tryggja, at lærarar og námsfrøðingar, sum eru settir sum tænastumenn, fáa møguleika eins og aðrir tænastumenn at arbeiða, eftir at teir eru fyltir 67 ár.

Fráboðanin hjá feløgunum

"Hetta er beinleiðis uppílegging í avtalurættin hjá Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag. 

Sambært § 26 í løgtingslóg um tænastumenn er fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum ásettur sambært semju millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og Fíggjarmálaráðið.

Tað er tí beinleiðis brot á lógarásetta rættin hjá feløgunum, tá Jørgin Niclasen nú leggur uppskot fyri løgtingið um at broyta fráfaringaraldurin.

Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum sigur í einum uppskot til samtyktar, at nærum øll í almennum starvi hava rætt at arbeiða, til tey eru 70 ár. Eftir tað kunnu tey fáa møguleika at arbeiða tvey ár í senn, um persónurin ella stovnurin vilja tað.

Aldur avger ikki førleikarnar, og sjálvandi skulu lærarar og námsfrøðingar hava sama møguleika sum onnur í almennum starvi, sigur Jørgen Niclasen í viðmerkingunum til uppskotið."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328